Betri Banki
Faroe Islands · 37 Employees
Lættari, skjótari og tryggari
Tað hevur ongantíð verið lættari at vera bankakundi í Føroyum. Flytingar, nándgjald og handil á netinum eru gerandiskostur. Tað, sum fyrr var tvørligt og tekniskt er ómakaleyst og skjótt í dag. Men hetta er bert á yvirflatuni. Tí handan leiktjøldini er ein ørgrynna av skipanum og teknikki, sum gera hetta møguligt. Hetta er tað, sum Betri Banki hvønn dag arbeiðir fyri at reka og halda - nettup so tað kennist lætt, trygt og ómakaleyst hjá okkara kundum at brúka.
Kring alt landið eru vit við okkara kundum í gerandisdegnum. Privatkundar, størri og smærri vinnukundar og tey, sum gera íløgur kunnu kenna ró á sær og vita, at tey hava Betri Banka í rygginum. Vit leggja stóran dent á skjótar svartíðir og at samskifta í eygnahædd.
Vit eru partur av Betri, sum er eitt felag, sum kundarnir eiga. Og tí eru tað kundarnir - fólkið í Føroyum - sum fáa ágóðan av tí, sum felagið forvinnur. Hesin ágóðin verður latin sum stuðul til almannagagnlig endamál sum heilsu, gransking og ítrótt. Alt tiltøk, sum skapa tryggleika og gera tað betri at liva í Føroyum. Hetta liggur eisini í okkara navni: At vit vilja gera tingini betri enn tey vóru áðrenn. Vit vilja betrast sum fyritøka, fyri okkara kundar, sum samfelag og sum tjóð.
查看员工